Duo Stimmhorn

 

Tónar frá Sveisisku Alpunum viđ nútíđar íblástri.

 

Christian Zehnder:

Sangur, yvirtónasangur, jodl, bandoneon, bandurria, orgulpípur.

Fřddur í Zürich 1961. Býr og arbeiđir í Basel. Frá guitarstudium skifti hann yvir til sang og er útbúgvin sangpedagogur. Studerađi víđari yvirtónasang hjá japanska lćraranum Tokne Nonaka. Arbeiđir sum sjónleikari/musikari viđ teatur og sangi til ymsar tónlistarligar framfřrslur.

 

Balthasar Streiff:

Alphorn, dupultalphorn, alpofon, büchel, kornet, barokktrompet, tuba, geitahorn, sangur.

Fřddur í Baden 1963, býr í Basel. Fekk undirvísing í trompetspćli og sangi viđ Jazzskúlan í Luzern, skifti seinni til Hochschule für Gestaltung í Basel, har hann fekk útbúgving sum myndahřggari.

 

 

 

1996 hevđi Duo Stimmhorn sína fyrstu framfřrslu. Tađ eru teir Christian Zehnder og Balthasar Streiff, sum viđ alphorn og sangi/jodli framfřrdu tónleik, har tađ forna og upprunaliga var blandađ saman viđ nútíđartónleik á ein serligan hátt.

Teir syngja/jodla og nýta nógv ymsik ljóđfřri, men tó serliga alphorn, iđ serliga er kent í Sveisisku Alpunum. Tađ er eitt trćhorn, upprunaliga gjřrt av grann, sum bognar av trýstinum frá kavanum, ímeđan tađ veksur,. “Büchel” er ein minni útgáva av alphorni og ”Alpofon” er ein uppfinning hjá Balthasar Streiff.

Náttúrtrompetur og horn eru konisk blástursljóđfřri, sum ikki hava nakrar ventilar ella hol. Tey verđa fyri tađ mesta gjřrd av trć, horni ella metalli.

Til yvirtónasang verđur ein serligur teknikkur nýttur. Til ber at syngja upp til 14 yvirtónar frá einum einstřkum grundtóna. Tann, sum fćr kontroll á hesum, ofta sera skjóttgangandi tónum, kann syngja í fleiri stemmum.

 

Duo Stimmhorn hevur luttikiđ á jazz- og teaterfestivalum, klassiskum konsertum, veriđ viđ til framfřrslur av sjónleikum og operum og řđrum listagreinum og fingiđ sera góđ ummćli. Teir eru ikki bundnir av nřkrum ávísum stíli, men arbeiđa bćđi viđ gomlum kendum og nýggjum ókendum klangum. Teir hava bćđi vunniđ virđislřnir og eisini er nógvur tónleikur skrivađur til teir.

 

Konsertirnar hjá Duo Stimmhorn verđa hesar:

Í Mentanarhúsinum í Fuglafirđi  tann 14. mai kl. 20.00

Í Norđurlandahúsinum tann 16. mai kl. 16.00