Ungverksur floytuleikari vitjar 

 

Kendi ungverski floytusnillingurin András Adorján vitjar í apríl 2009. Viđ sćr hevur hann klaverleikaran Tove Lřnskov, iđ man vera ein hin royndasti og best umtóktu í Danmark.

 

 

 

András Adorján

 

András Adorján er fřddur í Budapest og uppvaksin í Keypmannahavn. Síđan 1974 hevur hann búđ í München. Samstundis sum hann las til tannlćkna spćldi han floytu hjá kenda floytuspćlaranum Jean-Pierre Rampal. Hann hevur fingiđ fleiri virđislřnir fyri spćla sítt, millum annađ Jacob-Gade-virđislřnina í 1968.

Í miđlunum er Adorján nevndur fyri at vera ein tann besti floytuspćlari í sínari generatión. Hann hevur veriđ solistur í symfoniorkestrum í Stockholm, Köln, Baden-Baden og München. Hann varđ í 1978 settur sum professari í Musikhochschule i Köln og undervísir síđan 1996 í Musikhochschule i München.

Adorján granskar og spćlir ókend verk fyri floytu av m.a. Reinecke og Reger. Hesi verk ger hann kend viđ at spćla tey til konsertir og spćla tey inn á flřgu. Harafturat spćlir hann eisini verk skrivađ av komponistum úr okkara egnu tíđ. Hann hevur spćlt inn á fleiri enn 100 flřgur og CD’arar og fekk í 1988 „Preis der Deutschen Schallplattenkritik“ fyri hesar.

 

 

 

 

Tove Lřnskov

 

Tove Lřnskov fekk útbúgving sína á Jyska Musikkonservatoriinum í Ĺrhus har m.a. Georg Vasarhelyi var lćrari hennara. Hon hevur eisini studerađ í Paris og í Rom og hjá kenda klaverleikaranum Wilhelm Kempff.

Hon var í fleiri ár lćrari á Nordjysk Musikkonservatorium, men hevur síđan 1981 giviđ frálćru á Kgl. Danska Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn. Sostatt hevur hon veriđ lćrari hjá nógvum av teim ungu donsku klaverleikarunum. Eisini hevur hon hildiđ masterclassar í Italien, Noregi, Schweiz og Argentina.

Samstundis sum hon hevur undirvíst, hevur hon virkađ nógv sum konsertpianistur – bćđi solistur, kamartónleikari og akkompagnatřrur. Hon hevur spćlt saman viđ donskum symfoniorkestrum og hevur spćlt klaver-duo saman viđ manni sínum pianistinum Rodolfo Llambias. Tey bćđi hava spćlt til konsertir nógva stađni í verđini, spćlt inn fleiri flřgur og hava eisini fingiđ virđislřnir fyri teirra samanspćl.

Sum akkompagnatřrur hevur Tove Lřnskov spćlt saman viđ kendum solistum sum Leonid Kogan, Jean Pierre Rampal og nú eisini András Adorján.

 

Sostatt er tađ tveir framúr góđu tónleikarar, sum fara at hava konsertir í Fuglafirđi og Havn. 

 

Eisini fara teir at hava verkskeiđ viđ nćmingum á Musikkskúlanum:

Tirsdag 31. marts kl. 17 í GHM-salinum viđ Tove Lřnskov og
onsdag 1. april kl. 17 í Listaskálanum viđ András Adorján.

Miđnamsnćmingar spćla, men ŘLL eru vćlkomin at koma at lurta - ókeypis.

 

Konsertir verđa hesar:

Mentanarhúsiđ í Fuglafirđi, hósdagin 2. april 2009  kl. 20

Nordurlandahusiđ, leygardagin 4. april 2009 kl. 16

 

Skrá

 

Béla Bartók / Paul Arma         Suite paysanne hongroise (1952)

(1881-1945)  (1905-1987)          Chant populaires tristes – Scherzo – Vieilles danses

 

Antal Doráti                            Duo concertante (1983)

(1906-1988)                              Libero, rubatissimo – Molto vivace

 

Franz Doppler                         Fantaisie pastorale hongroise,

(1821-1883)                               opus 26 (1874)

                 

 C.E.Fr. Weyse                      Rondeau (1837)
(1774-1842)                                Andante - Allegretto

 

Vagn Holmboe                       Sonatina Capricciosa, opus 27/2 (1942)

(1909-1996)                               Allegretto grazioso – Poco lento– Allegretto giocoso

 

Friedrich Kuhlau                     Grande Sonate Concertante a-moll, opus 85

(1786-1832)                               Allegro con passione – Scherzo, Allegro assai –

                                                Adagio – Rondo, Allegro poco agitato 

 

Bjřrn Steinar Sólbergsson

 

Bjřrn Steinar Sólbergsson gekk á Tónlistarskúlanum á Akranesi og Tónlistarskúla Kirkjunnar í Reykjavík. Millum lćrarar hansara vóru Haukur Guđlaugsson og Fríđa Lárusdóttir. Hann lćrdi víđari í Italien hjá James E. Gřettsche og í Frankaríki viđ Conservatoire National de Region de Rueil Malmaison hjá Susan Landale, har hann tók solistprógv í orgulspćli (Prix de virtuosité) í 1986.

Hann var í starvi sum organistur viđ kirkjuna í Akureyri í 20 ár, har hann miđvíst bygdi upp tónlistalíviđ viđ kirkjuna.

Á heysti 2006 var Bjřrn Steinar settur sum organistur viđ Hallgrímskirkjuna í Reykjavík. Sama áriđ var hann settur skúlastjóri viđ Tónskóla Kirkjunnar, har hann eisini undirvísir í orgulspćli.

Bjřrn Steinar hevur spćlt nógvar solokonsertir á Íslandi og uttanlanda og spćlt solo viđ Sinfoniuhljómsveit Íslands, Kammerhljómsveit Akureyrar, Sinfoniuhljómsveit Norđurlands og The Cleveland Institute of Music Orchestra.

Hann hevur gjřrt fleiri upptřkur fyri útvarp og sjonvarp og á CD, m.a. řll orgulstykkini hjá Páll Ísólfsson.

Bjřrn Steinar fekk Menningarverđlaun DV 1999, Íslensku bjartsýnisverđlaunin 2001 og var valdur sum Listamađur Akureyrar 2002.

 

Skrá

 

Felix Mendelssohn-Bartholdy 1809-1847

Sonata nr. II í c-moll

          Grave: Adagio

          Allegro maestoso et vivace

          Fuga: Allegro moderato

 

Páll Ísólfsson 1893-1974

Intermezzo úr „ţremur píanóstykkjun" Arr. Björn Steinar Sólbergsson

Ostinato et fughetta                

 

Olivier Messiaen 1908-1992

La Nativité du Seigneur – Fřđing Frelsarans

Les Bergers – Hirđarnir

Le Verbe – Orđiđ

Les Anges – Einglarnir

Les Mages – Vísmenninir

Dieu parmi nous - Guđ millum okkum

 

 

 

Konsertirnar viđ Bjřrn Steinar verđa hesar:

Fuglafjarđar Kirkju leygardagin 7. februar kl. 16

Vesturkirkjuni sunnudagin 8. februar kl. 16

 

 

 

Um skránna

 

Felix Mendelssohn-Bartholdy var fřddur í Hamburg í Týsklandi 1809 og eru tí 200 ár liđin frá hansara fřđing og verđur hetta hátíđarhildiđ í nógvum londum kring heimin.

Hann skrivađi sera nógvan og fjřlbroyttan tónleik. Tađ er eisini honum fyri at takka, at tónleikurin hjá Johann Sebastian Bach kom fram aftur, men hann skipađi fyri framfřrslum av hansara tónleiki, sum tá hevđi veriđ gloymdur síđani Bach doyđi.

Tćr 6 sonaturnar fyri orgul eru millum tey síđstu verkini Mendelssohn skrivađi (1844-45) og tćr eiga eitt týdningarmikiđ pláss millum tónleikin, sum er skrivađur fyri orgul.

 

Pall Ísólfsson er ein av teimum, sum hava havt střrsta ávirkan innan klassiskan tónleik á Íslandi.  Han lćrdi í Leipzig í Týsklandi og arbeiddi har eitt ár sum organistur viđ Thomasarkuirkjuna í Leipzig. Heimafturkomin til Íslands fekk hann stóran leiklut í íslendsku tónlistarlívinum, m.a. var hann skúlastjóri viđ Tónlistarskólann í Reykjavík og organistur viđ Dónkirkjuna.  Hann skrivađi trý stór orgulstykki, tađ seinasta var Ostinato og Fughetta og hetta ognađi hann til Páll Kr. Pálsson, sum var organistur viđ kirkjuna í Hafnarfirđi.

 

La Nativité du Seigneur, “Frelsarans Fřđing”, er uttan iva tađ kendasta og mest spćla stykki, sum Olivier Messiaen skrivađi fyri orgul.  Sum navniđ sigur, handlar tađ um tađ sum hendi á jólum og Messiaen ognađi tađ serliga til Mariu Guđsmóđur. Stykkiđ er nýggju  meditationir og vit fáa hřvi at kenna gomul minni um gleđibođskap jólanna.; Maria syngur vřgguvisu fyri tí nýfřdda Jesubarninum, gleđisongur einglanna – himmalsku herskaranna, gleđin hjá hirđunum, sum dansa og spćla á pípur, kamelafylgiđ hjá teim vísu monnum fer spakuliga fram í náttarmyrkrinum og fylgir Betlehemsstjřrnuni og ćrufrykt vísmannanna, tá teir boyggja seg fyri tí nýfřdda frelsaranum. Men samstundis eru eisini djúpar teologiskar hugsanir, sum í satsunum; Lyfti, Orđiđ, Jesus kemur til sćttis viđ líđingina, og Břrn Guđs.

Stykkiđ var skrivađ í Grenoble 1934 oger eitt ávíst vendipunkt í lívi Messiaen sum komponistur.  Hetta var nógv tađ longsta orgulverk hansara fram til hetta og har kom hann fram viđ nřkrum nýggjum, sum skuldi geva honum eina serliga střđu millum tónaskřld. Á konsertunum her í Fřroyum hoyra vit 5 satsir úr hesum verki.

 

Hirđarnir

Lukas 2.16 og 20

-citat-

Byrjanin er sein. Vit síggja hirđarnar fyri okkum, har teir boyggja knř framman fyri Jesubarninum og uttanfyri skína stjřrnurnar á himmalinum. Seinni reisast teir og fara út í hagan, međan teir dansa og spćla á floytu.

 

Sálm. 2,7. Johannus 1,1

-citat

Miđjan í verkinum og grundarsteinurin í jólabođskapinum –Orđiđ var hjá Guđi og Orđiđ var Guđ.

 

Einglarnir

Lukas 2,13-14

-citat

Fyrsti gleđisongur jólanna, Gloria in excelsis, sungin av einglunum.

 

Vísmennirnir

Matt. 2,9

-citat

Hátignarligt kamelafylgi gongur seint gjřgnum oyđimřrkina. Tađ er nátt og stjřrnurnar glampa, men bjartast skínur stjřrnan, sum skal leiđa teir til Betlehem.

 

Guđ ímillum okkum

Siraksbók 24,9-10. Joh. 1,14.  Lukas 1,46-47

-citat

Henda hugleiđing (meditation) er í trimum přrtum.

 

KONSERT VIĐ MYNDASÝNING

 

Konsertfelagiđ skipar í januar fyri tveimum konsertum viđ einum heilt serstřkum verki, sum Frits Johannessen, listamálari úr Fuglafirđi, í hesum dřgum málar átta stórar oljumálningar til. Málningarnir verđa sýndir fram saman viđ tónleikinum.

 

Ein dagin fyri nřkrum árum síđan fullu Frits Johannessen og klaverleikarin Jóhannes Andreasen í prát um ta gitnu “kvartettina til tíđarinnar enda”, sum franska tónaskaldiđ Olivier Messiaen skrivađi í týskari fangalegu undir seinna krígnum. Verkiđ er eitt av hřvuđsverkunum innan klassiskan tónleik í 20. řld, og sum teir prátađu, kom hugskotiđ heilt av sćr sjálvum at sameina henda tónleikin viđ myndir. Tónleikurin er fyri violin, klarinett, sello og klaver, og tađ verđa framúr dugnaligir tónleikarar, iđ fara at framfřra hann. Amerikanski klarinettleikarin Lee Morgan er soloklarinett-leikari í Kongaliga Kapellinum í Keypmannhavn, pólski selloleikarin Andrzej Bauer er víđagitin solistur og undirvísir á konservatoriinum í Warshava, violinleikarin Řssur Bćk virkar burturav sum sololeikari, og klaverleikarin Jóhannes Andreasen undirvísir í fřroysku musikkskúlaskipanini og hevur drúgvar royndir frá altjóđa virksemi. Konsertin verđur umleiđ ein tíma til longdar og verđur spćld í Mentanarhúsinum í Fuglafirđi og í Norđurlandahúsinum.

 

Olivier Messiaen (1908-1992) var trúgvandi katolikkur, og tónleikurin er skrivađur viđ íblástri úr 10. kapitli í Jóhannesar Opinbering, har vit lesa hetta brotiđ:

“Og eg sá annan veldigan eingil stíga oman av himni, sveipađan í skýggi, og ćlabogin var yvir hřvdi hansara, og ásjón hansara var sum sólin, og fřtur hansara sum eldstólpar.... og viđ hřgra fóti stóđ hann á havinum, og viđ vinstra fóti stóđ hann á jřrđini... Og eingilin, sum eg sá standa á havinum og á jřrđini, lyfti upp síni hřgru hond til himmalin, og svór viđ tann, sum livir um aldur og allar ćvir, at tađ ikki longur skal vera nřkur tíđ, men í teimum dřgum, tá iđ rřdd sjeynda eingilsins skal hoyrast, táiđ hann fer at basúna, tá skal eisini loyndardómur Guđs verđa fullfřrdur.”

 

Messiaen hevur sjálvur greitt soleiđis frá, at tađ var mangan svangligt í fangaleguni, og at hann var farin at droyma í litum. Hann droymdi um ćlabogan og eingilin og um lřgnar litir, sum mólu  í klingur. Hann hevur eisini greitt frá, at kvartettin var framfřrd í Stalag VIII A tann 15. januar 1941. Tađ var í fangaleguni í Gřrlitz í Slesia í bítandi kulda. Stórkavi var. Teir 4 tónleikararnir spćldu á ljóđfřri sum vóru burturblakađ. Selloin hjá Etienne Pasquier hevđi bara tríggjar streingir og tangentarnir á klaverinum duttu illa niđur og fingust ikki uppaftur. Messiaen sjálvur var ílatin ein illa skrćddan grřnan jakka og spćldi í tuflum. Áhoyrararnir vóru úr řllum samfelagsstćttum: prestar, lćknar, smáborgarar, hermenn, verkamenn og břndur.

 

Verkiđ hevur átta satsar. Hví átta ? Sambćrt Messiaen er orsřkin, at sjey er tađ fullkomna taliđ, teir seks skapanardagarnir verđa halgađir av guddómliga sabbatsdegnum. Sjeyndi dagurin - hvílidagurin - verđur longdur út í ćvinleikan, áttanda dagin, sum hevur óforgeingiligt ljós og óbroytiligan friđ.

 

Spennandi konsertirnar viđ myndasýning verđa 

22. januar kl. 20 í Mentanarhúsinum í Fuglafirđi og

24. januar kl. 15.30 í Norđurlandahúsinum.

Jólamatiné 2008

leygardagin 20. desember kl. 11.30

 

Sum siđur er verđur eisini ár jólamatiné í Havnar Kirkju. Skráin er blanda og fjřlbroytt.

 

Tónleikarar verđa:

 

Tórshavnar Mannskór,

Dreingjakóriđ undir Brúnni

Berghild Poulsen

Maria Heinesen

Árni Hansen

Gudmund Mortensen 

 

 

 

 

 

 

Steven Walter, selloleikari

 

Ungur týskur selloleikari vitjar Konsertfelagiđ

 

Steven Walter er fřddur í Stuttgart í 1986. Hann byrjađi sum 8 ára gamal at spćla sello hjá kenda lćraranum Ekkerhardt Hessenbruch.

 

Fleiri tónleikabólkar hevur Steven tikiđ stig til.  Ein av hesum var ein klaver-trio, iđ vann fleiri heiđurslřnir, t.d. “Tonkúnstlerwettbewerb Baden-Wúttenberg” og “Jugend musiziert”.

Viđ einari strúkikvartett, iđ hann tó stig til,  kom hann víđa um, bćđi í Týskalandi og ađrastađir. Óteljandi konsertir og konsertferđir leikti Steven Walter viđ hesi kvartett.

 

Í 2002 vann Steven Walter kappingina í “State Youth” orkestrinum. Í fýra ár leikti hann har. Tvey tey seinastu árini sum solo-sellistur.

 

Í 2003 stovnađi hann “Meisterkonzerte der Jugend”, sum eydnađist ógvuliga vćl. Á hesum konsertum, framfřra solistar og bólkar úr řllum Evropa, og tađ eru bert tey allar bestu, iđ sleppa at leika viđ. Endamáliđ viđ konsertunum er, at savna pening inn til eitthvřrt gott endamál.

 

Hann gjřrdist í 2004 assistentur hjá Ekkerhardt Hessenbruch, og har vann hann sćr royndir sum lćrari innan tónleikayrkiđ.

 

Somuleiđis luttók hann á fleiri meistaraskeiđum viđ heimskendum sellistum.

 

Í 2007 flutti hann til Norra. Hann byrjađi at taka tímar hjá Geir Tore Larsen, og helt hann  fram hjá Bjřrn Solum í “Barrat-Due Musikkinstitutt í Oslo”.

 

Steven Walter hevur eisini luttikiđ á fleiri flřguinnspćlingum. Serstakliga upptřkurnar fyri NAXOS viđ “Oslo Camerata”,  har Steven Walter leikti solo, hava vunniđ frama.

 

Annars spćlir hann  sello í sera vćl umtřktu  “Olsen Piano Trio” sum er nógv umbiđin víđa um  í Evropa.

 

    Steven Walter

 

Konsertirnar verđa hesar:

 

Mikudag 12.november 2008     Norđurlandahúsiđ    kl. 19.30

Hósdagin 13. november  2008    Í Oyndarfjarđar kirkju   kl. 19.30

Fríggjadagin 14. novembur 2008    Haldarsvíkar Kirkju kl. 19.30

 

Til konsertirnar í kirkjunum er ókeypis atgonga.

Til konsertina í Norđurlandahúsinum fáast atgongumerki á 100 kr. viđ dyrnar ella á alnótini. Trýst her.

 

Skúlanćmingar hava ókeypis atgongd til konsertirnar.

Florobotrio

 

Ein trio viđ upplestri, sangi, floytu og orgul

 

Í november vitjar Florobotrio. Tey fara at framfřra í smćrru fřroysku kirkjunum og verđur skrá teirra tengd at árstíđini, serstakliga Allarhalgunni.

 

Tey, iđ manna henda bólk eru: Anna Marie S. Kristoffersen, upplestur/sangur,KarstenJřrgensen, floytu og Jóannes Nolsře, orgel

 

 

Jóannes Nolsře, Karsten Jřrgensen og Anne Marie S. Kristoffersen

 

 

Konsertir verđa í hesum kirkjum:

Vegna jarđarferđ er konsertin í Stranda Kirkju útsett til

friggjadagin 7. novembur kl. 20.

 

 

Meira verđur at frćtta um hesa spennandi konsertrřđina.

Serguei Azizian, violin

Marianna Shirinyan, klaver

 

Framúrskarandi tónleikarar úr Armeniu vitjađu.

 

Í dřgunum frá 17. til 19. september 2008 vitjađu tey Konsertfelagiđ.

 

Serguei Azizian er proffessari á Kongaliga Danska Musikkonservatoriinum og konsertmeistari í Sjćllands Symfoniorkestri.

Klaverleikarin Marianna Shirinyan er fastur limur í úrmćlingabólkinum Esbjerg Ensemble.

Bćđi eru tey nógv í umbúna sum tónleikarar og eru javnan á konsertferđ saman.

Skrá teirra var sera forvitnislig viđ kendum verkum eftir Schubert, Ravel, Ysae, Debussy og armenska tónaskaldiđ Badadjanian.

 

Tey hřvdu konsertir í ávikavíst Fuglafirđi og í Havn.

 

   Serguei Azizian

 

 

    Marianna Shirinyan

 

 

Serguei hevđi verkskeiđ viđ violin-nćmingum á Tórshavnar Musikkskúla. Nćmingarnir, iđ framfřrdu fyri honum vóru: Grímur á Dul Mortensen, Ragnar F. Andreasen og Rebekka Blak

 

 

 

Ikki kann annađ sigast annađ, enn at fřroyingar fingu eina tónleikaliga stóruppliving viđ hesum báđum framúrskarandi tónleikarum.

 

Spćl og framfřrsla teirra var í allar mátar stórfingin og samanspćl teirra var so lćtt og líkatil, at fólk sótu sum á nálum.

 

At báđir tónleikarar eru úrmćlingar á ljóđfřrum teirra, tađ vistu vit. Samanspćl teirra var at rokna sum telepati úr ađrari verđ. Tađ var eitt stórt upplivilsi at uppliva.

 

Konsertir:

Mentanarhúsiđ í Fuglafirđi hóskvřldiđ 18. september

Norđurlandahúsiđ fríggjadagin 19. september