Duo Modus kemur til Fřroyar í mars mánađa og konsertirnar verđa hesar:

Týsdagin 16. mars kl. 20 í Listaskálanum á Sandi

Hósdagin 18. mars kl. 19.30 Konsert í Norđurlandahúsinum

Sunnudagin 21. mars kl. 19.30 konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirđi

 

Skúlakonsertir og masterclass

 

Mikudagin 17. mars kl. 12 Skúlakonsert í Kommunuskúlanum í Havn

 

Leygardagin 20. mars konsert og masterclass á Tórshavnar musikkskúla

 

Um Duo Modus

 Í Duo Modus spćla violinleikarin Marta Libalová og Jytte von Rüden, sum spćlir á koncert-accordeon. Duoin varđ stovnađ í 1996 og beinanvegin varđ stórur áhugi fyri hesi óvanligu duo. Duoin er sjáldsom í síni instrumentsamanseting og spćlir kamartónleik á hřgum altjóđa střđi.

 

Óvanliga klangkombinatiónin gevur tónleikinum heilt nýggjar hugvekjandi dimensiónir, sum bćđi vekja áhuga millum vanligu lurtararnar og tónleika-fakfolk. Ein ummćlari í Prag segđi: “Tey spćla sum komu tey frá einum fremmandum heimi. Hetta skal ein hoyra, síggja og uppliva. Hetta kann ikki greiđast frá.”

 

Duoin hevur spćlt til konsertir í ymsum londum í Europa og í Asien og hevur veriđ bjóđađ til kenda tónleikafestivalin “Chamber music connects the World” har millum annađ Gidon Kremer og Guarneri-kvartettin eisini luttaka. Báđir tónleikararnir eru dómarar viđ altjóđa kamarmusikkappingum og eru lćrarar á konservatoriinum í Ĺrhus.

 

Í Danmark hevur Duo Modus fleiri ferđir spćlt fyri danska kongahúsinum, statsministaranum, stjórnini og Nordiska Ministararáđnum. Harafturat hevur duoin fingiđ legat frá Kong Frederik og Dronning Ingrids Fond.

 

Tvćr CD-flřgur hjá teimum verđa ofta spćldar í radio í Europa. Tann seinasta av hesum, sum hevur heiti  “Duo Modus in another way”, var í Danmarks Radio kosin til vikunar CD. Tćr hava eisini fleiri ferđir spćlt live í Danmarks Radio.

 

Repertoiriđ umfatar tónleik af eini langari rřđ av komponistum. Millum annađ Bach, Vivaldi, Schubert, Dvorák, Strawinsky, Debussy, de Falla, Gerschwin, Schnittke og Piazzolla – tónleikur, sum tónleikararnir sjálvir hava skipađ, so tey hóska til duoina. Anders Koppel hevur skrivađ heimsins fyrstu dupultkonsert fyri akkordeon, violin og symfoniorkestur til Duo Modus og Ole Schmidt tilognađi teimum eisini eitt verk fyri hesi somu instrumentir og kamarorkestur.

 

Duo Modus brýtur mřrk niđur innan klassiska tónleikaheimin. Tónleikurin er traditionellur samstundis sum hann er nýggjur. Nýggj ljóđfřris-samanseting - nýtt repertiore – ein nýggj tónleikaverđ.

 

Duo modus er ein uppliving fyri oyru og eygu og eftir eru tónleikalig upplivilsi sum rřkka langt út um tađ vanliga. Ein list sum skapar gleđi og fragd.

 

 

Marta Libalová er tjekkiskur/danskur violinleikari. Hon varđ sett sum docentur á Jyska Musikkonservatoriinum í Aarhus í 1993.

Jytte Niendorf von Rüden er danskur accordeonistur. Docentur Jyska Musikkonservatoriinum í Aarhus síđan 1983. Hon hevur vunniđ heiđursmerki í nationalum og internationalum tónleikakappingum, spćlt á festivalum og er eisini dómari í kappingum í inn- og útlondum.

 

Tćr hava báđar vunniđ heiđursmerkir í nationalum og internationalum tónleikakappingum og hildi eitt ótal av konsertum sum solistar og sum kamartónleikarar. Tćr hava báđar spćlt bćđi í radio og TV og á fleiri flřguinnspćlingum.